![]() |
|
| Minni menu | |
|
|
ABC barnahjálp í Føroyum hevur til endamáls at útvega faðir- og móðurleysum og fátækum børnum í menningarlondum varandi hjálp við skúla, kostarhaldi, læknahjálp og bústaði við hjálp frá stuðulsforeldrum.
Øll innsavning og stuðul til børn fer órørdur til hjálpararbeiðið. Stuðul til raksturin av felagsskapinum verður hildin fyri seg.
Fyrsta verkætlanin hjá ABC barnahjálp í Føroyum er í afrikanska landinu Liberia, undir heitinum ”Nýggj vón til eitt nýtt ættarlið” . Við í verkætlanini eru ABC barnahjálp í Føroyum og ABC Children’s Aid í Liberia í samarbeiði og samráði við ABC barnahjálp í Ísland.
Verkætlanin fevnir um:
Vegagerð til skúlaøkið Keyp av 20 akrum grundøki til jarðarbrúk Skúlaheim til 250 dreingir Skúlaheim til 250 gentur Skúli til 500 næmingar
Verkætlanin
ABC FO arbeiðir saman við ABC IS, um hesa verkætlan. (ABC IS hevur longu goldið fyri vegin og jørðina, keypt lastvogn og latið pening til arbeiðsløn) Arbeitt verður soleiðis, at bygningarnir verða verkætlanir hjá hvørjum landi sær. Sjálvur skúlin verður føroysk verkætlan burturav.
Arbeiðsloysið í landinum er stórt og tað stendur ikki á at fáa arbeiðsmegi. Matthew Zakeuh, sum leiðir arbeiðið í Liberia væntar, at bygningarnir kunnu standa klárir umleið desembur 2007 - februar 2008.
Tá byggingin er liðug, verður farið undir at fáa børn inn í skipanina. Tey børn, ið eru ringast fyri hava fyrsta rætt at sleppa inn.
Skúlagongdin hjá næmingunum verður stuðlað gjøgnum faddurskipan, har møguleiki verður hjá fólki at tekna seg fyri eitt ella fleiri børn. Fadrarnir velja sjálvi børnini av einum lista á heimasíðuni við mynd og upplýsingum um aldur og kyn á barninum. ABC barnahjálp í Føroyum umsitir sín part av faddurskipanini og syrgir fyri neyðugum samskifti við stuðulsforeldrini. Skúlar og skúlaheim verða rikin við fíggjarligum stuðli frá ABC barnahjálp. Verkætlanin í Liberia byggir eisini á jarðarbrúk, sum eitt lið í menning til sjálvbjargni. Stuðulsskipanin verður klár um ársskiftið.
Haldgóð og varandi hjálp
Øll hjálp til ABC barnahjálp er haldgóð og varandi. Eitt av loysnarorðum ABC barnahjálpar er, at eitt barn, ið fær hjálp til útbúgving, vinnur av tí restina av lívinum.
Í dag eru um 200.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar vónir um skúlagongd og útbúgving. ABC ynskir við hesi verkætlan at vera við til at skapa so nógvum av hesum børnum, sum yvirhøvur gjørligt, møguleika til skúlagongd, útbúgving og varandi menning.
ABC barnahjálp í Føroyum fer, við at senda staðkend fólk til Liberia, at tryggja sær, at øll viðurskifti eru í lagi, og at allur peningur verður nýttur, har tørvurin á hjálp er størstur. Ferðin til Liberia verður væntandi í oktobur 2007.
Um fyrtøka tín ynskir at stuðla ABC barnhjálp, ber til at flyta pening á eina av kontunum, ið nevndar eru niðanfyri. Minst til at merkja flytingina ”Rakstur”.
Eisini ber til at stuðla arbeiðinum í Liberia. Merk flytingina ”Liberia”
Kontur: Eik: 9181-160.987.6 – Føroya Banki: 6460-175.343.8 Norðoya Sparikassi: 9865-103.480.9 - Suðuroyar Sparikassi: 9870 102.482.6
Virðingarmest,
dagligur leiðari
Hesi stuðla ABC barnahjálp:
Miðlahúsið - Atlantic Airways - P/f Krúnborg - Hotel Hafnia - Mentanarhúsið Atlantis – Norðurlandahúsið - Tora Tourist Traffic – Ørkin - Eik - KT 2000 - Kjølbro Heilsøla - Vasti - Estra Farodane Bakkafrost - 2U - Norðoya Litbúð – FoFish - Lognbrá - Christian í Grótunum - Elding Salong Rósan – Rás 2 - Lindin - El-inn
ABC barnahjálp í Føroyum - Mykinesgøta 5 - 100 Tórshavn Postadressa: Postrúm 163 Klaksvík
Tel + 298 222585 – www.abc.is – e-post: abc@kallnet.fo
|