Minni menu              

 

Karrierukvinnur í fimti árunum hava meira og meira yvirtikið liviháttin hjá monnum. Tað kann vera ein av orsøkunum til,

at  slagtilburðir og heilabløðingar hjá kvinnum eru øktar við 33 % yvir eitt tíggjuára skeið, í mun til 19 % hjá monnum.

Hetta sigur Jennie Medin á Linköpins universiteti, í einari doktararitgerð, hon hevur gjørt . Les meira...

 

 

 

Tunglyndi

Svenski heilaráðsfrøðingurin, Per Svenningsson, hevur funnið eina samanrenning millum tvær funktiónir í heilanum, sum kann verða eitt frambrot,

í fatanini av sjúkuni tunglyndi. Les meira...

 

 

P-bollar kunnu gera av við kynshugin fyri lívið, vísir ein nýggj kanning. Les meira...

 

 

Ein stjóri, sum dugir at gagnnýta kritikk og handfer hann á sakligan hátt, megnar eisini nógv betur at arbeiða saman við sínum samstarvsfeløgum.

Les meira...

 

Strongd ávirkar alla kropsheildina og gevur tí bæði kropslig og sálarlig sjúkueyðkenni. Summi merkja fyrst tey kropsligu tekini, eitt nú

pínu, møði, hjartabankan og magatrupulleikar. Onnur merkja fyrst tey sálarligu tekini, til dømis erkvisni, rastloysi, svøvnloysi,

minnistrupulleikar og møguliga lágt sjálvsvirði. Les meira...

 

Vitja sangsavnið hjá Óla Nicodemussen, har hann hevur savnað ein hóp av føroyskum sangum.  Klikk her

 

 

 

Tá tú liggur í sjúkrasongini, sært tú lívið í øðrum ljósi - og tað, sum veruliga hevur týdning gerst enn

týdningarmiklari, segði Haraldur kongur av Noregi í nýársrøðu sínari. Les meira...

 

 

 

Kvinnur hava nú enn ein møguleika fyri at fyribyrgja at bróstkrabbin kemur aftur, eftir skurðviðgerð, har knykil er tikin burtur.

Les meira...

 

    

Krevja nýtslu av verndarbrillum

Tað eigur at verða eins sjálvsagt at nýta verndarbrillur nýársaftan, sum at nýta trygdarbelti ella súkkluhjálm, sigur Norges Blindeforbund í einum

tíðindaskrivi, har kravt verður, at verdnarbrillur verða seldar saman við fýrverkinum. Les meira...

 

 

 

Fekk elektrodur í heilan í jólagávu

Eitt læknatoymi á King's College Hospital í London skurðviðgjørdi stutt fyri jólaaftan eina 10 ára gamla gentu, Amber Sisson úr Nottingham, og

settu elektrodur inn í heilan á henni. Fyri skurðvigerðina kundi gentan hvørki standa, tosa skilliga ella lata seg í sjálv. Hóast bert tríggir dagar eru gingnir

síðani skurðviðgerðina, so er longu stórur bati hjá gentuni. Les meira...

 

 

Øllum tykkum, ið vitja heimasíðu mína, ynski eg eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýár.

 

Stór og smá á somu stovu

- Stórur partur av lívinum snýr seg um at duga at bera seg at og kenna leikreglurnar. Tað læra børn best, um stór og smá sleppa at vera

saman, sigur Gitte H. Jørgensen, leiðari á dagstovninum í Hósvík: Les meira...

 

Alkohol skaðir kroppin

Desember kann uttan iva kallast veitslumánaðin, og við mongu jólaborðhaldini er eisini alkohol at fáa. Og sjálvt um tær ikki dámar at hoyra tað,

so er lakohol sera skaðiligt fyri likamið. Les meira...

 

 

 

 

Ein kanning hjá Trygg Trafikk í Noregi vísir, at kvinnur eru raskari at nýta endurskin enn menn. Les meira

 

Frambrot

Nú sleppa norskir politikarar at geva bróst í stórtingssalinum. Les meira...

 

Fimta hvør ferðsluvanlukka á summardekkum

Nú, dekkini eru í "fokus" - bæði so og so - er vert at leggja merki til eina kanning, sum norska tryggingarfelagið IF gjørdi fyri nøkrum árum síðani.

Les meira...

 

 

Krabbamein

Kanningar, sum írskir granskarar hava gjørt vísa, at evni í olivenolju kann verða fyribyrgjandi móti krabbameini í tjúkktarminum. Les meira...

 

Lív og heilsa

Liv longur við nýggjum máli

Heilin skal haldast við líka. Og um tú lærir teg eitt nýtt mál, kanst tú liva enn longur. Les meira

 

 

 

Broytingar í eini arvaeind, sum hjálpir nervasamansetingum at vaksa millum tær tvær heilahálvurnar, kann vera orsøkin aftanfyri

lesi- og skrivitrupulleikar, kallað dyslexi. Les meira...

 

Talufrælsi 

Danir herða nú revsingina, tá fólk hótta ella gera seg inn á persónar, sum lógliga hava sagt sína meining í almenna kjakinum. Les meira...

 

Arbeiðslív

Góðar gerðir = errin arbeiðsfólk

Letur tú starvsfólkið vera við í vælgerandi arbeiði í arbeiðstíðini, gerast tey errin av arbeiðsplássinum. Haraftrat styrkir tað umdømi hjá

fyritøkuni, skrivar norska blaðið Ukeavisen. Les meira...

 

Tel fótafetini

 

Undir heitinum "Tæl dine skridt" bjóðar danska blaðið, Heilsa, fyritøkum at verða við í eini kapping um flest fótafet. Endamálið við kappingini

er at fáa fólk at flyta seg meira. Kappingin verður í viku 44 0g 45... Les meira

 

 

Ansa eftir hálkuni!

Betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin:  Les meira...

 

 

Fá "tak" á hálu vegunum og skift bildekkini í góðari tíð, áðrenn skaðin er hendur.  Les meira...   

 

                                                                                                                 

Hóast javnstøðu eru framvegis munir millum kvinnur og menn, sum einki ber til at broyta upp á. Ein av teimum er svøvnlagið.

Sambært National Sleep Foundation, sovna menn lættari og sova alla náttina ígjøgnum. Harafturat sova teir sjáldan um dagin.

Les meira...

Ein heilt nýggj kanning vísir, at vandin fyri at gerast ov tungur er minni, um tú nýtir sukur í kaffi ella te. Les meira...

 

 

- Tað er ein ótrúlig mongd av sápu, sum hvørt húsarhald í Føroyum, hvønn dag, letur út í náttúruna.
- Vit kunnu ikki vera sápu fyriuttan, men við klútum frá ENJO verður tørvurin fyri sápu minkaður 90%, sigur Sámal Bláhamar, Enjo Føroyar.

Les meira... 

 

      

Kann tað vera rætt, at kalt vatn vaskar betur enn sápa? Jú, tí við reingerðingsklútunum frá Enjo, kanst tú vaska burtur feitt, uttan at nýta sápu ella vandamikil kemikalia.

Flestu sápur innihalda evni, sum eru dálkandi fyri umhvørvið. Sannleikin er, at høvuðsinnihaldið í sápu er feitt, og bakteriur trívast í feitti.

 Les meira...

 

 

 

 

Gjøgnum eina danska nettænastu kanst tú fáa tína egnu klænkiskrá. Les meira á SlankeDoktoren...

 

 

 

Svenskir granskarar av arbeiðslívinum ráða fólki til at taka tríggjar vikur feriu.  Les meira í Ukeavisen...

 

Eldri arbeiðstakarar eru høgt í metum, vísir ein nýggj kanning. Les meira í Ukeavisen...

 

      

Vanligt antibiotika skaðar  fostur. Les meira í Dagens Nyheter...     

 

Hjá ungum, sum byrja dagin við góðgæti, verður minnið, sum hjá gomlum monnum. Les grein í Politikken...

 

                                                         Mynd: Bárður Lydersen

       So var hol ígjøgnum

Nakað eftir klokkan 17., leygardagin 25. juni 2005, varð seinasta skotið undir Leirvíksfirði latið av.

Jógvan við Keldu, landsstýrismaðurin, stóð fyri skotinum, og nú er opið allan vegin

undir Leirvíksfirði millum Klaksvik og Leirvík. Kelda: Portalurin.

Les meira... Fleiri myndir...

                            

 

 

 

 

            

            Talið á vanligum arbeiðskaðum minkar, meðan talið á sálarligum arbeiðsskaðum økist ógvusliga. Les meira...

                                                                                             

            

           Fyri fyrstu ferð vil ein meiriluti av dønum, at forboð skal setast fyri royking á arbeiðsplássinum. Les meira...             

 

        

                                                                                                                                                                           

            Fimm Sms boð um dagin kunnu hjálpa roykjarum at sløkkja sigarettirnar, vísir ein ein roynd, sum er gjørd í Ný Sælandi.

            Les meira...

                              

                 "Avmarkað vitan eisini vandamikil"

                      Tað kennist kanska svárt hjá Rúnu og Høgna at málið endaði sum tað gjørdi,

                      men bara at langa út eftir miðlunum er ov bíligt. At vánaligir miðlar kunnu hótta

                      demokratiið kann tað vera nakað um, men ein avmarkað vitan hjá ,fólki, ið bjóða

                      seg fram á politiska pallinum, er sanniliga eisini vandamikil, skrivar Georg L. Petersen

                      í svari í Dimmu. Les meira...

                        

                       

                 Orsaka av politiskum ógegni og vanrøkt hjá fjølmiðlunum er fólkaræðið í Føroyum hótt!

                                

                      Tá málini um yvirtøkulógirnar og uttanríkispolitisku heimildirnar vóru til viðgerðar í tinginum,

                       tá sviku fjølmiðlarnir sína skyldu so dyggiliga.  Les meira....

                                                                          

                               Pressens samfundsrolle:

                                         Det er pressens ret og pligt at informere om det, der sker i samfundet, og afdække kritisable forhold. Les meira... 

                                       

                               Kritikk mot det offentlige

                                          Pressen har rett og plikt til å avsløre kritikkverdige forhold uten at vedkommende institusjon på hvert enkelt punkt skal høres

                                          og komme til orde om de forhold som kritikken gjelder. Når det gjelder den offentlige sektor, gjelder et særlig ansvar. Ved å

                                          sette samfunsspørsmål på dagsorden og å avdekke kritikkverdige forhold, vil avisen bidra til å skjerpe årvåkenheten hos den

                                          som arbeider i det offentlige. Les meira...

                                              

                                               

                                        Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisflokksins, spyr:

                                               Hava fjølmiðlarnir røkt sína uppgávu?

                                               Veit nakar føroyingur í dag, hvat Føroya Løgting hevur samtykt og skrumblað ígjøgnum seinastu dagarnar?

                                               Og hava fjølmiðlarnir røkt sína uppgávu sum “vaktarhundur”? 

                                                Les meira....

                                               

                                               

                              Yvirtøkulógirnar:

                                        - Tá ið so stór frambrot eru møgulig, er tað óheppið, at tað skal vera funnist at skipanini fyri at vera skrumblað ígjøgnum

                                        Løgtingið. Ein drúgvari viðgerð við umhugsaðum, almennum kjaki, hevði gagnað sakini.

                                        Í flestu øðrum londum eru stýrisskipanarligar mannagongdir, ið tryggja, at ein minniluti, sum er sera harmur um eitt uppskot,

                                        kann seinka viðgerðini, so at skotbrá fæst at finna semjur.  Hetta sigur Kári á Rógvu, løgfrøðingur, við Sosialin,

                                        fríggjadagin 13. mai. 2005. Les meira...

 

                                        Týsdagin 10. mai 2005, samtykti løgtingið tingmálini:  91/2004 og  92/2004.

                                        Og leygardagin 14. mai, varð løgtingsmál 95/2004 somuleiðis samtykt:

                                        Hesi málini eru serstakliga týdningarmikil fyri ríkisrættarligu støðu Føroya. Kortini vórðu málini viðgjørd í tinginum upp á

                                        so stutta tíð, at Føroya Fólk ongan møguleika hevði at koma til orðana, eitt nú við at siga sína hugsan í bløðunum.

                                        Tingfólk fingu heldur ikki tíð at umráða seg, og flokkum varð noktað at fáa ta ráðgeving í uttanlandsnevndini,

                                        sum teir hildu seg hava fyri neyðini. Persónliga haldi eg hetta vera so álvarsligt, at tað er átalu vert.

                                        Tí tók eg, saman við øðrum, stig til skrivliga at heita á tingmanningina hjá Fólkaflokkinum, um ikki at atkvøða í málinum,

                                        fyrrenn málið var betur lýst.  Les meira:

 

                                       

                                  Fyrispurningur frá Heðin D. Poulsen svaraður
                                  Ríkisumboðið hevur svarað Heðin D. Poulsen
                                  1. Fer ríkisstjórnin at taka aftur uppskotið um grønlendsku heimildarlógina viðvíkjandi uttanríkismálum?
                                  2. Er stjórnin til reiðar til trýpartasamráðingar um, hvørjar heimildir eru møguligar og ynskiligar undir verandi samveldisskipan?
                                  3. Er stjórnin til reiðar at lata ríkispartarnar hava hvør sína fatan av ríkisgrundlógini?    Les meira...    

                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                        

                                      

 

 

                                                                                                          

     

                                 Norðurlond eiga at styrkja leiklutin hjá teimum fólkavaldu, tá

                                 avgerðir verða tiknar. Eisini einstøku borgararnir skulu hava

                                 beinleiðis ávirkan á tær avgerðir, sum verða tiknar – ikki bert

                                 á valdegnum; men eisini millum valini. Hetta  eru nøkur av

                                 uppskotunum og tilmælunum, sum norðurlendska fólkaræðis-

                                 nevndin hevur í frágreiðingini “Demokrati í Norden”.

                 

                                                                                                           

                        

 

 

Tað er brúk fyri fleiri kvinnum í politikki, segði fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton,

tá hann hitti nývaldu forkvinnuna hjá Sosialdemokratunum, Helle Thorning-Schmidt, á fundi

á Christiansborg í dag. Les meira...

 

 

Bibelsk seier er ikke å unngå problemer, det er å leve et ærlig liv til tross for dem og komme

styrket gjennom dem, ved Guds, menneskers og egen hjelp!

BRITT MARGRETHE ELLI:  Forkynner og pastor i karismatiske miljøer i 25 år.

 

 

I grotten under Hestø afholdes koncerter. - Foto: Reimar Torkil Juul

En katedral under jorden
Et stort hulrum åbner sig i det kølige mørke for de natblinde øjne. Det er som at opholde sig i en katedral under jorden.

Al tale forstummer i båden, som vi driver under kuppelen af granit. Af Reimar Torkil Juul. Les mere i Politiken...

 

 

 

       Í eini tíð, har fiti er vaksandi í vestara parti av heiminum, vísir ein nýggj kanning, at helvtin av 15 ára gomlum børnum í Danmark røra seg  

       ov lítið. Hesi fysiskt óvirknu børn, verða í framtíðini ein risa avbjóðing fyri tað danska heilsuverkið, ávarar  Sundhedsstyrelsen. Les meira...

 

Berjið niður sexualiseringina í almenna rúminum. Øll og serstakliga kvinnur eiga at gera mótstøðu og vísa á, at henda gongdin kann ikki halda fram. Hetta sigur Rigmor Kofoed-Larsen, leiðari hjá  Kristelig Folkeparti Kvinner, á kjaktorginum hjá norska blaðnum Norge IDAG. Les meira...

 

 

Antisemittisman er í aftur framgongd í Evropa. Á heimasíðuni, " La oss ikke glemme. La oss vite.", finnur tú tilfar, sum gevur eina størri fatan av viðurskiftunum hjá ísraelsku tjóðini. Les meira...

                                                                                                  

                                                                                                   *

 

Ferðsluvanlukkur krevja líka nógv mist liviár og nærum líka nógvar skaðar og sjúkudagar, sum nógvir aðrir heilsutrupulleikar. Vandin fyri at verða skaddur í ferðsluni er 30 ferðir størri enn í arbeiðinum innan ídnaðin. Hetta eru ræðandi niðurstøðurnar í eini OECD frágreiðing, sum varð almannakunngjørd fyri 8 árum síðani.  Lesa meira...

Nýliga kom heilsuøkið í Noregi við í ferðslutrygdararbeiðið, og har eru ferðsluvanlukkurnar alsamt minkandi. Les meira...

 

Yvirtøkulógirnar:

- Tá ið so stór frambrot eru møgulig, er tað óheppið, at tað skal vera funnist at skipanini fyri at vera skrumblað ígjøgnum Løgtingið. Ein drúgvari viðgerð við umhugsaðum, almennum kjaki, hevði gagnað sakini.

Í flestu øðrum londum eru stýrisskipanarligar mannagongdir, ið tryggja, at ein minniluti, sum er sera harmur um eitt uppskot, kann seinka viðgerðini, so at skotbrá fæst at finna semjur.  Hetta sigur Kári á Rógvu, løgfrøðingur, við Sosialin, fríggjadagin 13. mai. 2005. Les meira...

 

Týsdagin 10. mai 2005, samtykti løgtingið tingmálini:  91/2004 og  92/2004.

Og leygardagin 14. mai, varð løgtingsmál 95/2004 somuleiðis samtykt:

Hesi málini eru serstakliga týdningarmikil fyri ríkisrættarligu støðu Føroya. Kortini vórðu málini viðgjørd í tinginum upp á so stutta tíð, at Føroya Fólk ongan møguleika hevði at koma til orðana, eitt nú við at siga sína hugsan í bløðunum.

Tingfólk fingu heldur ikki tíð at umráða seg, og flokkum varð noktað at fáa ta ráðgeving í uttanlandsnevndini, sum teir hildu seg hava fyri neyðini. Persónliga haldi eg hetta vera so álvarsligt, at tað er átalu vert.

Tí tók eg, saman við øðrum, stig til skrivliga at heita á tingmanningina hjá Fólkaflokkinum, um ikki at atkvøða í málinum, fyrrenn málið var betur lýst.  Les meira:

 

-------------------------       

 

Sjálvt um tað vísir seg, at flestu monnum dáma betur hyldligar kvinnur, so halda kvinnur kortini tað øvugta.  Hetta heldur Birgit Petersson á  Institutt for Folkesundhedsvidenskab í Keypmannahavn:

http://www.jp.dk/indland/artikel:aid=3000600/

 

                                                                            

 

 

Oftast leiða læknar sjúkrahúsunum, men í grundini eru tað sjúkrasystrarnar, ið betur megna hetta starvið, skrivar Peter Kragh Jespersen, lektari á Aalborg Universiteti, í nýggju bók síni, 'Mellem profession og New Public Management - Ledelse på sygehuse'. Politikken:  http://politiken.dk/VisArtikel.iasp?PageID=371323

 

Norski barna- og familieministarin, Laila Dåvøy, finnur seg ikki í, at bikintoppar verða seldir eitt ára gomlum gentum. Og eftir harðligan kritikk, varð svenska klædnahandilsketan Lindex noydd at taka topparnar av aftur av norska marknaðinum. Politikken: http://politiken.dk/VisArtikel.iasp?PageID=371570#Scene_1

 

Svensk børn gerast eldri og eldri, áðrenn tey leggja av at brúka blæu. Tað førir við sær, at tey seinni fara at hava trupult við at stilla um. Hetta heldur  uroterapeutur Anna-Lena Hellström, sum í sjey ár hevur verið við til at kanna bløðru- og tarmtømingina hjá smábørnum. Les greinina í Dagens Nyheter: http://www.dn.se/DNet/jsp/polopoly.jsp?d=597&a=395131&previousRenderType=2

 

Ein spildurnýggj kanning, sum Anne Nordal Broen við Universitetið i Oslo hevur gjørt vísir, at fjórða hvør kvinna, sum tekur fosturtøku, verður trýst til tað av pápanum at barninum. Les grein í VG-Nett:

http://www.vg.no/pub/vgart.hbs?artid=266567

 

Endaliga úrslitið av fólkatingsvalinum sært tú, við at klikkja á leinkjuna niðanfyri:

http://www.uf.fo/val/urslit.asp?val_ar=FV2005&klartnr=19988

 

Sjálvsikrar kvinnur vunnu valið: Teir fýra vinnandi flokkarnir á fólkatingsvalinum hava allir markantar kvinnur í fremstu røð. Tær verða fagnaðar, fyri at siga sína meining. "Hetta eru kvinnur, ið ikki kenna til "flinkeskolen", sigur granskari.  Les greinina í politikken:

http://politiken.dk/VisArtikel.iasp?PageID=360597

 

Meira enn ein triðingur av  teimum i alt 179 fólkatingslimunum í nýggja fólkatinginum eru nývald. Millum tey nývaldu er Anfinn Kalsberg fyri Fólkaflokkin. Grønlendsku umboðini,  Lars-Emil Johansen, Siumut og Kuupik Kleist, Inuit Ataqatigiit, sótu á fólkatingi undanfarna valskeið.

Við at klikkja á leinkjuna niðanfyri sært tú, hvørji manna nývalda fólkatingið:

http://ekstrabladet.dk/VisArtikel.iasp?PageID=279662

 

 

                                                           

 

Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum 27.novembur í fjør, greiddi eg frá søguni aftanfyri kvinnuseminarið, sum varð hildið á Hotel Føroyum í septemburmánaða, og segði frá arbeiðnum, sum hevur verið gjørt síðani. Eisini segði eg eitt sindur um, hví eg haldi, tað er umráðandi, at kvinnur eru við, har avgerðirnar verða tiknar, og um rekruttering av kvinnum til politiska arbeiðið. Les røðuna, "Feglags ábyrgd - felags avgerðir" ,undir, "Greinar" í valmyndini vinstrumegin.

 

                                           ------------                                                                                                                           

                                                                                  

Eftir einum nýggjum kanningarhátti, ber til eftir 10 minuttum at staðfesta, um eitt barn hevur DAMP.  Tað eru egnarørslurnar hjá barninum, sum verða kannaðar. Granskarnir halda upp á, at kanningin er meira enn 93 % álítandi, skrivar Politikken: http://politiken.dk/VisArtikel.iasp?PageID=356626

 

 

Ein hjartafeilur, tey flestu ikki merkja nakað til, kemur dupult so ofta fyri hjá fólki við migrenu, vísir ein bretsk kanning. Nettavisen: http://pub.tv2.no/nettavisen/helse/article330282.ece

 

FOTO: DANA BE - NASA (TEKNING)

 

Svørtu holini í rúmdini avskepla bæði tíð og økið uttanum tey. Granskarar siga, at hetta fyribrigdi staðfestir teoriina um, at holini eru dustsúgvarin hjá universinum. Longu fyri 80 árum síðani legði Albert Einstein eina teori um hetta fram. Les grein í norska Aftenposten: http://www.aftenposten.no/viten/article946327.ece

 

                                                                Foto: AP

Landsumfatandi innsavningin hjá Reyða Krossi í Føroyum síðani 2. jóladag, og peningurin frá Føroya Landsstýri, geva tilsamans tíggju milliónir í neyðhjálp úr Føroyum til tey vanlukkuraktu í Asia, skrivar Solby A. Eliasen, blaðkvinna á Sosialinum, á Portalinum.

Sjálv haldi eg, tað er gleðiligt, at vit kunnu vera við til at veita eina so stóra hjálp til tey stakkals menniskju, ið so brádliga komu í dýrastu neyð, sorg og elendigheit.

Føroyingar eru kendir fyri at vísa stóran offurvilja, tá tað kemur til at geva til neyðstødd - og tað er gott. Men latið okkum eisini minnast til at hyggja rundan um okkum - kanska er onkur beint her, undir liðini á tær, ið treingir til tína hjálp.

 

 

Fleiri og fleri ynskja at arbeiða heima nakrar dagar um vikuna - og fleiri og fleiri arbeiðsgevarar eru fúsir at lata arbeiðsfólkið fáa møguleikan, skrivar Jyllands-Posten: http://www.jp.dk/karriere/artikel:aid=2807860/

 

Foto : Martin Lehmann

Børn uttan fyri ráðhúsið í Phuket, har myndir av deyðum og saknaðum hanga.

Ein 10 ára gomul bretsk genta bjargaði sær sjálvari og minst 100 øðrum ferðafólkum á einari strond í Phuket,  tá hon kendi aftur vandatekini og ávaraði um, at ein flóðalda var á veg. Gentan hevði stutt innan fráferðina til Thailands lært um flóðaldur í skúlanum. Les greinina í Politiken:

http://politiken.dk/VisArtikel.iasp?PageID=351749

 

 

    

 

     Á jólum hava næstan allir pápar verið heima, men um fáar dagar er aftur tíð hjá nógvum teirra at siga farvæl. 

     At veitra farvæl er ikki so stuttligt, sum at siga væl afturkomin, men tað er nú einaferð luturnin hjá so mongum

     her heima. Les undir "Hugleiðingar

 

 

 

             

               Seinasta heyst sendi 15 ára gamla Linda Jacobsen í Klaksvík eina skógvaeskju fulla av jólagávum til eitt ókent barn úti í heimi.

               Ikki gingu nógvir dagar, til Linda fekk bræv úr Ukraine - og tað gjørdi, at vinabond nú eru knýtt millum familju hennara og familjuna

               hjá eini lítlari ukrainskari gentu. Les meira undir, "Sólskinssøgur".

 

                                                                                           


 

          

 

             –Kleyvarskapur, skilaloysi, grammleiki og ókunnleiki hevur gjørt av við alla aling í Føroyum.

             Men hon kann reisast aftur, sigur ein veteranur í alivinnuni. Les greinina undir "Greinar". 

 

Fostutøka ella ikki? Fyri at fáa eitt svar uppá hendan spurning, vildi eg spurt allar tær kvinnur sum hava fingið fosturtøku,

hvussu tær hava havt tað aftaná ella seinri í lívinum, um tær hava havt trupulleikar samvitskuliga, ella um tær, seinri í lívinum

vóru væl nøgdar við tað tær gjørdu, skrivar Katrin Dahl í Sosialinum fríggjadagin. Les greinina undir, "Fosturtøka".

 

Løgmaður skal langa nevan í borðið

 

Líka mikið, hvørja støðu vit hava til fosturtøku, so eiga vit ikki at lata danir sleppa at leggja seg út í føroysk viðurskifti.

Tiga vit nú og lata danir óátalaðir blanda seg upp í, hvussu vit lóggeva her á landi, so fer tað at fáa álvarsligar fylgjur fyri Føroyar.

At danskir politikarar gjøgnum felagsskapir leggja seg út í okkara viðurskifti er óhugnaligt! Hvat verður tað næsta, sum onkur tilvildarligur útlendskur politikari fer at leggja seg út í?

Vit hava fyrr verið úti fyri ágangi frá útlendskum felagsskapum, eitt nú Greenpeace móti grindadrápi. Tá hava vit sanniliga talað at, og frá politiskari síðu vart okkum og sagt frá, bæði hart og týðiliga.

Tigur løgmaður nú, so merkir tað, at tað frá føroyskari síðu verður góðtikið, at útlendingar gera seg inn á okkum og sleppa at stýra í Føroyum.

Hetta er prinsipielt og snýr seg ikki um fosturtøku, og tí eigur løgmaður beinanvegin harðliga at átala hetta yvir fyri donsku stjórnini.

Rúna Sivertsen, 21. oktobur 2004 klokkan 10.05

 

 

                                                                     

 

 

- Vit ynskja frælsi at liva eitt sjálvstøðugt lív, har samfelagið er soleiðis innrættað, at vit sjálvi hava møguleikan at velja útbúgving og lívsstarv. Hetta var høvuðsboðskapurin hjá Leilu Solmunde, forkvinnu í MBF, á evnisdegnum um rættindini hjá teimum brekaðu, sum var í Norðurlandahúsinum herfyri. Les meira undir "Greinar".

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Í meira enn 20 ár hevur Gud talað til heimin gjøgnum egyptisku kvinnuna Vassulu Rydén. Og hesi árini hevur hon ferðast verðina runt og hildið meira enn 800 fyrilestrar. Les greinar úr Sosialinum og Kristeligt Dagblad:  

http://www.sosialurin.fo/publish.dps?E=1932&S=2&Article=66684  

http://www.kristeligt-dagblad.dk/artikel:aid=230273  

 

 

 

- Arbeiðið mítt er lív mítt, sigur 63 ára gamla Ritt Bjerregaard í samrøðu við Kristeligt Dagblad. Hon letur ikki árini forða sær, men ætlar sær at gerast yvirborgarstjóri í Keypmannahavn. Les meira á :

 http://www.kristeligt-dagblad.dk/artikel:aid=229899    

 

 

           

                                                       

 

Tað dýrasta vit eiga: Tá vit hugsa um okkara egnu -  børn, ommubørn og abbabørn -

tá er Nullhugsjónin ikki longur bara veruleikafjart huggykl, men nakað, sum vit øll

ynskja skal verða veruleiki fyri okkara kærastu. Les meira undir "Trygd"

 

 

                                                                      

            

                           

           

 

                                                               1 2

 

 

                               

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 



Webstats4U - Free web site statistics