Minni menu              

Tað er breið semja millum leiðarar um, at vegurin upp á karrieru-tindin ikki er longri fyri kvinnur enn fyri menn.

Ein nýggj verkætlan kortleggur, hví leiðarastørvini kortini verða domineraði av slipsum. Les meira: 

http://politiken.dk/VisArtikel.iasp?PageID=338943

 

 

                                                           

 

Fyri at sleppa undan at flyta kriminell børn úr heimum teirra, bjóða fleiri danskar kommunur familjunum eina nýggja amerikanska

familjuterpi, vita fleiri donsk bløð at siga frá. Les meira á: 
http://www.kristeligt-dagblad.dk/artikel:aid=229416

                                                                                                                

                           

                                                            

 

Í Føroyum eru tað so at siga bara menn, ið smíða lóginar, sum vit øll somul liva undir. Eg eri sannførd um,

at tað er ein bági fyri Føroyar, at so fáar kvinnur eru við at taka tær avgerðir, ið verða tiknar í politikki.

Orsøkin til skeiva býtið er, at alt ov fáa kvinnur vilja stilla upp til valini, og tað undrar meg stórliga, at

kvinnurnar lata mennirnir sita einsamallar við allari ábyrgdini av lógarsmíðnum, sum jú ávirkar okkara

lív niður í smálutir....Les meira undir, "Kvinnur í politikki".

 

 

                                                            


  Søtt sodavatn og djús økir heilt skilliga um vandan hjá kvinnum at gerast ov tungar og at fáa typu 2-diabetes.

   Les undir Heilsu og røkt.

 

 

 

Keypmannahavnar Kommuna brúkar í ár slakar 400 milljónir krónur uppá serundirvísing og námsfrøðiliga og sálarfrøðiligan stuðul.  Tað vísir seg, at fleiri og fleiri børn hava brúk fyri stuðli og seinastu 10 árini er stuðulin øktur 50%. Ein orsøk  til økta tørvin er innanøring (indavl) millum innflytarafamiljurnar. Les DR Nyheder Online: http://www.dr.dk/nyheder/indland/article.jhtml?articleID=192389

 

 

Kræftens Bekæmpelse er farið í herna móti skeivum upplýsingum. Danska sjúklingafelagið vil upplýsa um alternativar viðgerðir og læra fólk at vera meira vandin. Orsøkin er, at internetið er vorðið eitt eldorado av ivasomum viðgerðum móti álvarsligum sjúkum. Les grein í Politikken:     http://politiken.dk/VisArtikel.iasp?PageID=315354

 

 


Filmurin, sum Hollywood ikki vildi nerta við einum eldklova, hevur í minni enn 4 vikur vunnið meira enn tað tíggjudupulta innaftur av teimum 30 milliónum dollarum, sum Mel Gibson sjálvur gjørdi av at leggja í bannlýstu verkætlanina. Hygg inn á "The Passion of The Christ".

 

                                                                            

 

Við filminum, The Passion of The Christ, hevur Mel Gibson sett eina feita striku undir síni evni sum filmsframleiðari. Agjørt eingin trúði, at filmurin, sum nú vísir seg at fara at verða ein av størstu eydnufilmunum í søguni, kom at vinna so nógvan pening.

 

 Heilt óvæntað er filmurin hjá Mel Gibson, um líðing Kristusar, sýndur í arabisku biografunum. Osøkin er, at filmurin har verður mettur at vera anti-jødiskur, og nú streyma arabisku íbúgvarnir til filmshølini at síggja filmin. Les greinina í politikken: http://politiken.dk/VisArtikel.iasp?PageID=314205

 

Mariu Hansen kenna tey flestu frá hennara tíð sum bygdarráðsformaður og løgtingskvinna. Í november 2002 fór hon saman við manni sínum til Zambia at vitja dótrina, sum í løtuni býr har saman við familju síni. Les greinina, sum er at finna undir, "Fólk á leiðini".

 

 

Poliu-vaksina kann vera orsøkin til eitt serligt slag av lymfukrabba, skrivar norska Aftenbladet í dag, 3. apríl: http://aftenbladet.no/nyheter/innenriks/article.jhtml?articleID=195479

 

 

 

Tey vaksnu mugu aftur taka ræðið í skúlunum. Misskilt tolsemi hevur ov leingi latið næmingarnar siga, hvar skápið skal standa. Ein kanning, sum fólk frá miðstøðini fyri atferðargransking á háskúlanum í Stavanger hava gjørt, vísir, at næmingar vilja hava greiðar, avgjørdar og reglufastar lærarar. Trýst á linkin aftanfyri kolon, so kemur tú til sera áhugaverda grein, sum stóð í norska Aftenbladet mánadagin 29. mars: http://aftenbladet.no/magasin/jobbutdanning/article.jhtml?articleID=194968

 

Kristeligt Dagblad skrivar 28. mars, at málið kann verða eitt vápn í stríðnum móti tunglyndi. Saman við fleiri øðrum donskum bløðum hevur KD gjørt av, at  gevast at nýta heitið eydnubolli fyri heilivág móti tunglyndi. Í framtíðini fara bløðini at skifta orðið "eydnubolli" út við "depressionsbolli". Sambært heimsheilsustovninum, WHO, er tunglyndi væl á veg at gerast ein "global epidemi". WHO metir, at tað júst nú, globalt sæð, ganga  minst 120 milliónir deprimeraði menniskju runt í heiminum, og at umleið 1 millón av teimum, fer at velja sjálvmorð sum loysn uppá sínar trupulleikar. Trýst á linkin aftanfyri kolon, og les alla greinina hjá KD: http://www.kristeligt-dagblad.dk/artikel:aid=211339

 

                      

 

Náttararbeiði styttir um lívið, skrivar Tanja Parker Astrup í Politikken . Arbeiði um náttina og ov lítil svøvnur er skaðiligt fyri heilsuna: Hetta vísir millum aðrar ein kanning, ið er gjørd  á Karolina Instituttinum í Svøríki. Serstakliga eru tað kvinnurnar , ið eru í vandabólki fyri at doyggja ov tíðliga. Granskarar vita ikki, hví kvinnur tola verri náttararbeiði enn menn. Trýst á leinkjuna aftanfyri kolon, so kemur tú til greinina, sum stóð í Politikken 28. mars: http://politiken.dk/VisArtikel.iasp?PageID=312931

 

 

Tað er ikki altíð stuttligt hjá teimum, sum sigla og familjum teirra, tá skilnaðarløtan er komin og tíð er at siga farvæl. Far inn á "Greinar" og les, hvussu starvsfelagi mín, Solby, upplivdi eina slíka løtu á bryggjuni ein dagin herfyri.

 

Í løtuni er fokus sett á kvinnur sum leiðarar. Tað er tað eisini góð orsøk til, tí altjóða kanningar vísa, at virkir við kvinnum á toppinum hava betur úrslit á botnlinjuni. Men enn teljast bert fáar kvinnur, í mun til menn, í leiðarastørvum. Framskygdar danskar fyritøkur vátta, at tað loysir seg tilvitað at útvega fleiri kvinnur til oddafólk. Les greinina undir: "Kvinnur úti og heima".

 

At útflyta arbeiðspláss viðførir ikki altíð arbeiðsloysi , skirvar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari 22. mars. Í greinini verður víst á eina nýggja danska kanning, sum hevur hugt at, hvat hendi tá klædnaídnaðurin yvir eitt 30 ára skeið flutti framleiðsluna til onnur lond. Les undir ”Greinar”.

 

 

 

 

Tann 3. mars undirskrivaðu Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag nýggjan sáttmála.
Hann var upprunaliga uppsagdur at fara úr gildi 1.desember, men varð seinni framlongdur til 15.januar. Tað er nú ikki altíð so lætt at fáa savnað eina nevnd av siglandi monnum, so fyrsti fundur var júst 15. januar, skrivar FF-blaðið 11. mars. Sáttmálan finnur tú undir, "Fiskivinna".

 

Nógvar kvinnur kann sjálvar bróstini fyri knyklar. Men tað minkar ikki um møguleikan at fáa bróstkrabba, vísir ein kanning, sum er gjørd av 100.000 russiskum kvinnum í árunum, 1985-2003:  Trýst á leinkjuna aftanfyri kolon, so kemur tú til greinina, sum stóð í Politikken herfyri: http://politiken.dk/nsf/henvis.asp?PageID=310955

 

Tá børn verða rakt av sorg, halda vaksin seg ofta verja tey við ikki at tosa ov nógv um tað, sum er hent. Men hetta er beinleiðis skeivt, sigur norski barnasálarfrøðingurin Atle Dyregrov, sum hevur verið í Føroyum og hildið skeið undir evninum, "Børn og sorg". Les drúgva samrøðu, sum Solby A. Eliasen hevði við Atle Dyregrove í Sosialinum mikudagin, 17. mars. Greinina finnur tú undir "Sorg".

 

                                                                                    

 

Eg misti fullkomiliga luftina, tá eg hoyrdi um skanningina, sum danska Heilsuverkið nú fer at bjóða barnakonum. Hvat verður tað næsta? Tað eru jú so nógv onnur brek, skulu hesi eisini útruddast? Fyri at verja lívið hjá dóttur mínari og øllum hinum við Down Syndrom, taki eg pennin í hond, sigur Anna Maria Joensen, mamma at 15 ára gomlu Jonu. Les undir "Viðmerkingar".

 

8. mars er alttjóða kvinnudagur, sum er ein stríðsdagur hjá kvinnum. Á eini kvinnuráðstevnu í Keypmannahavn í 1910, varð avjgørt, at dagurin skuldi haldast 8. mars. Í fyrstu syftu var málið at vinna kvinnum valrætt. Seinni er dagurin nýttur til millum annað at vísa á skeivleikarnar kynjabýtinum, eitt nú í politikki og leiðandi størvum. Tað er so ymiskt, hvat hvør einstakur okkara stríðist fyri, og nógvar eru tær kvinnur, sum hava gjørt mun í sínari samtíð. Ein kvinna, sum eg beundri, er 24 ára gamla Bodil. Hon segði læruplássið, sum radiografur frá sær, og stríðist nú hvønn dag við at venja lítla son sín, sum er fjølbrekaður. Greinina finnur tú undir, "Kvinnur úti og heima".

 

Les eisini inni á "Kvinnur úti og heima" um, hvat kvinnudagur og norðhavsróður kunnu hava við hvørt annað at gera.

 

19 ára gamla Jóhanna í Króki av Strondum var í einum álvarsligum ferðsluóhappi í oktober í fjør. Bilurin, sum hon koyrdi, fór sera illa og hon fekk at vita frá løgregluni, at um hon ikki sat í trygdarbeltinum, so var hon deyð á staðnum. Greinina hevur Solby A. Eliasen skrivað. Les undir "Trygd". 

 

Negativa umtalan, sum fiskivinnan hevur fingið í Fjølmiðlunum, er orsøkin til lækkandi prísir og eftirspurning av fiski. Vanligi brúkarin sum ikki kennir til fiskastovnar, fiskasløg og fiskileiðir kring heimin hevur ongan møguleika at skilja smálutir og mun á hvørji fiskasløg og stovnar eru niðurfiskaðir og hvørji ikki eru hótt. Brúkarin fær tí ringa samvitsku, hvørja ferð hann etur fisk, og kennir seg at verða part av týning av fiskimargfaldinum í havinum. Hetta stendur at lesa í áhugaverdari grein á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Les undir "Fiskivinna".

 

Tað skal mangan stórt tol til hjá teimum, sum ferðast við Dúgvuni. Avlýsingarnar eru nógvar og bíðitíðin ofta long - og tað kemur meira enn so fyri, at túrurin gerst ein sonn avbjóðing fyri bæði manning og ferðafólk. Ein illveðursdag einaferð í hinum árinum, mátti ferjan á Fuglafjørð. Men har slapst ikki til bryggju fyri Krúnborg, sum lá og gjørdi klárt til fiskiskap. Beinta Løwe Jacobsen var millum ferðafólkini henda dagin. Fyri at gera enda á bíðitíðini lænti hon mína farteldu og setti seg at hugleiða um henda sjáldsama túr. Eg tók nakrar myndir, og burturúr tí fingu vit báðar í felag ein skemtiligan stubba til Sosialin. Greinina finnur tú undir "Hugleiðingar".

 

So hendi tað aftur. Enn einaferð mistu Føroyar ein ungdóm í ferðsluni.

»Meiningsleyst«, siga okur øll við ein munn, tó fullvæl vitandi um, at tað bert er ein spurningur um tíð, til sorgarleikurin endurtekur seg. Soleiðis skrivar Tormóð Stenberg millum annað í viðmerking í Sosialinum í dag. Les undir "Trygd"
 

 

Tað er púra óskiljandi, at danir skulu umsita familjurættarmálini. Eitt mál, ið ongantíð ov skjótt verður yvirtikið er rættindini hjá børnunum til bæði foreldrini. Familjurættarøkið rakar øll frá vøggu til grøv og tí eiga vit sjálvsagt at umsita økið sjálvi, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður við Sosialin. Les undir "Greinar".

 

Seinastu tíðina eru tíðindi borin um eitt framstig, at vit nú eru før fyri at kunna finna uppaftur fleiri børn, sum líða av Downs syndrom. Ikki fyri at lekja ella linna um hjá teimum, men einans fyri at geva foreldrunum møguleikan at beina tey burtur í móðurlívi. Hetta ræðist felgaðið, Føroya Provita, sum heitir á løgting og landsstýri um at samtykkja eina lóg, sum ásetir greiðar reglur fyri fosturdiagnostikki. Les undir "Viðmerkingar".

 

Motión hevur ikki bara týdning fyri likamið, men eisini fyri sinnið og heilan. Les undir "Heilsu og røkt" um rørslur og sinnalag.

 

Les um konubrotið, Armgarð Juul Andersen, sum 55 ára gomul fór á ein boripall at arbeiða. Greinina finnur tú undir, "Kvinnur úti og heima".

 

Herfyri frættu vit, at danska heilsuverkið fer at bjóða øllum barnakonum eina skanning, sum lætt kann staðfesta, um fostrið hevur Down syndrom. Óli Wolles, næstformaður í Javna, skrivar, at trolmenn brúka í summum førum rist í trolinum fyri at skilja tað frá, sum teir ikki skulu brúka. Á læknaliga økinum tykist gongdin eisini vera at brúka "rist", fyri at skilja tað frá, ið vit ikki hava brúk fyri. Nú eru tað mongolarnir, ið skulu sáldast frá. Greinina finnur tú undir "Viðmerkingar".

 

Nú um dagarnar hoyrdu vit um drong við DAMP, sum má sendast av landinum. Kanningar vísa, at um børn, ið líða av hesi sjúku, fáa rætta føði og kostískoyti, verða tey nógv betur. Les um tað inni á "Heilsa og røkt".

 

Hvørt ár í apríl, skipar Javni fyri veitslu fyri limum sínum. Eg havi verið so heppin at verið við til fleiri av teirra veitslum - og tær eru tær stuttligastu, eg nakrantíð havi verið við til. Far inn á "Hugleiðingar" og les um eina av teirra lívsjáttandi veitslum, ið varð hildin á Strondum fyri 2 árum síðani.

 

Ofta spyrja vit, hvussu Gud kundi lata hatta ella hitt henda. Dóttir Billy Graham, Jane Clayson, sigur, at Gud trokar seg ikki framat. Í áravís hava vit útihýst Gudi í okkara samfelagsskipanum, sigur hon - og hvussu kunnu vit vænta hansara verju og signing, um vit biðja hann halda seg burtur... Les hennara bersøgnu úttalilsir úr eini amerikanskari morgunsending, sum varð send stutt eftir sorgarleikin í Word Trade Center. Far inn á "Aktuelt".

 

Í Føroyum hava vit enn kristni í skúlanum, og allir politisku flokkarnir hava við í síni stevnuskrá, at floksins politikkur verður bygdur á kristindómin. Minst til, at hetta hevur nógv størri týdning, enn tú vanliga gevur tær far um, og er við til at verja land okkara.

 

Far eisini inn á "Dagsins orð", har tú hvønn dag finnur eitt uppbyggjandi orð.

 

 

                                                                     1 2