Minni menu              

    Ferðsluvanlukkur kosta Føroyum   í miðal slakar 200 milliónir kr. um árið

                                  *

 

 

                                                         

 Ferðslulógin

Føroya Løgting

Føroya Løgting er evsti vegamyndugleiki. Tað hevur lóggávuvald og samtykkir løgtingslógir, sum skulu galda í landinum, herímillum eisini ferðslulógina og møguligar broytingar í henni.

Føroya Landsstýri

Føroya Landsstýri er evsti fyrisitingarligi myndugleikin. Meginfyrisiting landsins er býtt sundur í ráðharrastovur, ið gildisseta og fyrisita tær lógir, sum løgtingið samtykkir, og landsstýrismenninir gildisseta og lýsa kunngerðir o.a.

Vinnumálaráðið

Í stýrisskipanarlógini er ásett, at landsstýrismenninir hava ráðharraábyrgd mótvegis teimum málsøkjum, teir fyrisita. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fyrisitur m.a. samferðsluna og herímillum ferðslulógina.

Landsverkfrøðingsstovnurin

Landsverkfrøðingsstovnurin ger, mennir, umsitur, rekur, røkir og heldur landsvegakervi landsins.

Kommunurnar

Kommunurnar fíggja teir kommunalu vegirnar, sum tekniska nevnd mælir til at gera, og sum bý-/bygdarráðið samtykkir. Tekniska nevndumsitur vegirnar í kommununi.

Privatir vegánarar

Umframt landsvegir og kommunalar vegir eru eisini aðrir vegir, sum einstaklingar, feløg v.m. eiga og røkja. Tílíkir vegir eru t.d. uppdyrkingarvegir, sum jarðareigarar hava gjørt, og nú eisini undirsjóvartunlar, sum partafelag hevur ræðisrættin á.

Løgreglan

Løgreglan ansar eftir, at ferðslulóggávan verður hildin. Politiið ansar tí eftir ferðsluni á vegnum, hevur radareftirlit, gevur ávaringar, bøtur, tekur koyrikort o.s.fr. Tað ger eisini stakroyndir í sambandi við rúsdrekkakoyring, dekkslit, ljós o.a.

Bileftirlit Føroya

Bileftirlit Føroya hevur umsjón við tøkniligu støðu bilanna. Tað skipar fyri koyriroynd, flýggjar út og umsitur koyrikort. Tað góðkennir og hevur umsjón við fakliga førleika koyrilæraranna og undirvísingarligu viðurskiftum teirra. Bileftirlitið hevur eisini umsjón við bilverkstøðunum í landinum.

Ráðið fyri Ferðslutrygd

Endamál ráðsins er at gera ferðsluna tryggari við:

• at betra ferðsluvanarnar við upplýsing og fjølbroyttum

fyritakssemi,

• at stuðla ferðsluundirvísingina og útvega tíðarhóskandi undirvísingarmiðlar í ferðslulæru,

• at skipa fyri skeiðvirksemi og trygdarfremjandi verkætlanum,

• at geva skaliga upplýsing um øll tey viðurskifti, sum eru til ampa fyri ferðslutrygdina,

• at samstarva í góðum stevi og hóskandi vavi við myndugleikar, stovnar og einstaklingar í ferðslutrygdarspurningum,

• at fáa støðugar og viðkomandi upplýsingar um ferðsluóhapp/- vanlukkur, skaðaorsakir o.a. at nýta í ferðslutrygdarspurningum, og

• at fáa regluligt fjølmiðlainnivist við ferðslutrygdarboðskapi landsins.