Tá babba kemur heim

Tá babba fer avstað, eri eg so kedd, men tá hann kemur heim aftur, er tað so deiligt, at eg púrasta gloymi, hvussu kedd eg var, tá hann fór
Sjómannabarn
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Pápi mín siglir við einum stórum trolara, og hann er ræðuliga leingi burtur. Tá hann fer avstað, eri eg so kedd, tí tað verður so leingi, til eg síggi hann aftur.
Fyrr, tá eg var lítil, græt eg, tá babba fór. Men tað geri eg ikki longur, tí nú eri eg níggju ár, og eg tori ikki at gráta, tí tað er so flóvisligt, haldi eg.
Tá vit standa á keiuni og vinka farvæl, kemur ein stórur klumpur í hálsin á mær, og eg føli tað, sum eg vil kvalast – og tað er akkurát, sum okkurt trýstir tárini úr eygunum á mær.
Børnini siga við meg, at eg eri so heldig, tí pápi mín er sjómaður og altíð keypir mær okkurt gott heim við. Men eg haldi, at tey eru nógv heldigari, tí tey hava altíð pápar sínar heima hjá sær.
Tey vita slett ikki, hvussu ringt tað er at leingjast so illa, og hvussu keðiligt tað er, at babba so sjáldan kann koma við mær til alt tað, sum teirra pápar kunnu.
Babba hevur verið burtur í okkurt um tveyhundrað leygardagar og sunnudagar av mínum lívi. Um eg telji allar dagarnar, sum hann hevur verið heimanífrá, síðani eg varð fødd, so verða tað nógv meira enn túsund dagar tilsamans.
Vit bæði verða glað
Men, tá babba kemur heim, er alt gott aftur, og vit eru saman alla tíðina og gera alt møguligt stuttligt.
Vit fiska í ánni og fara langar túrar, viðhvørt á súklu og onkuntíð til gongu, og tá tað er kalt úti, so bakar babba pannukøkur, og vit gera bróstsukur ella kóka kakao.
Um kvøldarnar spæla vit kort ella ludo - og tá tað er songartíð, so ballar babba meg og fortelur mær nógvar spennandi søgur.
Søgurnar, mær dámar best, eru tær um, tá babba var lítil sjálvur. Tað haldi eg er so spennandi at hoyra. Tann allarmest spennandi søgan er um ta ferðina, tá abbi hevði verið so leingi til skips, at babba ikki kendi hann, tá hann kom aftur.
Seinast babba kom aftur fekk eg eina tráðu, og eg eri so spent at vita, hvat hann fer at keypa mær heim við næstu ferð.
Eg haldi, at eg eri ordiliga heldig allíkavæl ...
Mynd: Rúna Sivertsen
|
|
|