Minni menu              

Heimsins størsta jólatiltak fyri børn

 

 

Undir heitinum, Christmas Child, bjóðar sunnudagsskúlin í Lívdini aftur í ár børnum í Føroyum at luttaka í heimsins størsta jólatiltaki fyri børn. Bert við at koyra nøkur smáting í eina skógvaeskju, kanst tú verða við til at birta vón hjá einum neyðlíðandi barni úti í heimi

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Christmas Child

Rúna Sivertsen

runa@sosialurin.fo

 

Endamálið við Christmas Child er at skapa vón hjá børnum úti í heimi við at geva teimum eina skógvaeskju fulla av gávum og siga teimum tey góðu tíðindini um Guds kærleika. Tiltakið gevur fólki í øllum aldri møguleika at verða við í einum trúboðanararbeiði, har serligur dentur verður lagdur á størstu gávuna av øllum Jesus Kristus, Guds størsta gáva til menniskjuni.

Í fjør vórðu yvir 6,6 milliónir skógvaeskjur latnar líðandi børnum í 95 londum. Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av einum trúboða-nararbeiði, sum røkkur út til líðandi børn kring allan heimin.

Børnini kunnu lata so nógvar skógvaeskjur, sum tey vilja, men tað ber eisini til at vera fleiri um eina eskju. Áðrenn tú byrjar at leggja í eskjuna, mast tú gera av, um tín gáva skal vera til gentu ella drong.

Hvat kann brúkast og ikki

Sum dømi um, hvørji ting kunnu leggjast í eskjurnar kunnu nevnast:  

Leikur: Smáir bóltar, dukkur, bamsur/sovidýr, hoppiband, putlispæl, teknirøðir, jojo.  

Skúlaútgerð: Pennar, blýantar og blýantsspískari, litblýantar og tussj, frímerkja- og stempulsett, teknibók, brævpappír, pappír, sólorkuroknimaskina.

Heilsurøkt: Tannbust, tannkrem, sápa, kambur, bust, lappi, svampur.

Annað: Hart góðgæti, piparmintbomm, tyggigummi, sólbrillur, keppar, sokkar, T-shirts, spælismykkusett, hárklemmur, ur, smáar myndabøkur.

Ting, sum ikki kunnu koyrast í eskjurnar eru hesi:

Brúktir lutir. Lutir, sum kunnu setast í samband við kríggj, eitt nú spælibyrsur, spæli-hermenn, knívar.

Matur, ið spillist, sum sjokuláta, dósamatur, keks.

Ymiskt flótandi, sum hársápa, húðkrem, sápubløðrur.

Heilivágur, sum vitaminir, bomm fyri hosta, t.d. Strepsils, salvur og tílíkt.

Lutir, ið kunnu brotna, spegl, kinesiskar dukkur.

Til seinast kanst tú leggja ein seðil til barnið og eina mynd av tær sjálvum ella tínari familju. Um tú skrivar títt navn og tín bústað, fer barnið, sum fær tína skógvaeskju, kanska at skriva aftur til tín.

Christmas Child er eitt tiltak undir Samaritan’s Purse, hvørs endamál er at halda boðini frá Jesusi um at hjálpa neyðstøddum. Vit lesa í Luk. 10, 37 um hin miskunnsama samverjan, har Jesus sigur: ”Far tú og ger tað sama.” 
Seinastu 24 árini hevur Franklin Graham, sonur navnframa Billy Graham, stjórnað vælgerandi felagsskapinum Samaritan’s Purse, har eitt av tiltøkunum er Christmas Child.

Sunnudagsskúlin í Lívdini tekur ímóti eskjum til og við 31. oktober 2004.

Meira er at lesa um tiltakið á heimasíðuni hjá Lívdini, www.livdin.fo

 

Myndatekstur:

 

Bert við at fylla eina skógvaeskju við gávulutum, sum ikki nýtast at kosta tað nógva, kanst tú vera við til at gleða eitt barn, sum annars onga jólagávu fær