Minni menu              

Forelskilsi ger menn og kvinnur eins

 

Tá fólk gerast forelskaði, kemur rumbul í hormonini. Tað ger, at nýforelskaði pør gerast meira lík hvørjum øðrum

 

Forelskilsi

Rúna Sivertsen

runa@sosialurin.fo

 

Ein italiensk kanning vísir, at testosteronstøði hjá bæði kvinnum og monnum broytist í mun til tað vanliga, tá tey gerast forelskaði.

                      Forelskaðir menn høvdu eitt lægri støði av hormoninum, testosteron, sum stýrir aggresjónini og kynshuginum. Harafturímóti høvdu kvinnur eitt hægri støði av testosteron í kroppinum, enn samsystrarnar, ið ikki vóru forelskaðar.

                      Hetta uppdagaði granskarin, Donatella Marazziti, tá hon kannaði 24 forelskaði pør.

                      - Tað sær út til, at náttúran roynir at beina burtur størstu munirnar millum kvinnur og menn, sigur hon.

                      Men, tá somu pør tvey ár seinni – eftir at ástarrúsurin var av - vórðu kannaði, var testosteronstøðið aftur við tað gamla.

                      Og hvør veit, kanska er einasta vón fyri javnstøðu eitt ævigt forelskilsi...

Kelda: Nettavisen