Minni menu              

 

Stutt um meg

 



Eg eri fødd í Klaksvík 11. oktobur 1955.

 

Mamma mín eitur Hansa f. Danielsen, dóttir Henrikku Malenu f. Olsen og Victor Danielsen. Tey vóru bæði úr Søldarfirði, men búsettu seg í Fuglafirði. Abbi var trúboðari og týddi hópin av sálmum og bókum. Lívsverk hansara var týðingin av Bíbliuni til føroyskt.

 

Pápi eitur Benjamin Joensen, sonur Malvinu f. Steffensen úr Árnafirði og Jacob Joensen, róptur Jakki á Geilini. Tey vóru bóndafólk í Gerðum í Klaksvík. Abbi var tiltikin sterkur og var eisini róptur, sterki Jakki.

 

Ommur mínar vóru heimagangdi, sum vit vanliga plaga at siga um konur, ið ikki hava arbeiði uttan fyri heimið. Men tær høvdu sanniliga nóg mikið at tríva. Báðum teimum eydnaðist, hvør, at fáa 9 børn undan. Tær løgdu eftir seg ómetalig virði av slíkum slag, sum ikki kunnu keypast fyri pening.

 

28 desembur 1976 giftist eg Birgiri Sivertsen. Vit eiga 5 børn. Hansa f. 1977, Sylvia f. 1979, Randi f. 1981, Bogi f. 1983 og Birgit f. 1995. Eisini eiga vit 7 ommu- og abbabørn. Birgir f. 1999, Rúna f. 2000, Rani f. 2001, Esmar f. 2002, Tóri f. 2003, Julian f. 2005 og Fríði f. 2005.

Lívsleið:

Eftir 9 ára skúlagongd, fór eg úr fólkaskúlanum, 16 ára gomul. Fyrst fór eg í húspláss hjá Elsu og Olivur Joensen. Síðani starvaðist eg á reinsarí og prentsmiðju, til eg giftist í 1976, 21 ára gomul.

 

Í 4 ár 1977–1981 høvdu maðurin og eg hvítvøruhandil í Klaksvík.

 

Tá vit í 1981 fingu triðja barnið, gjørdist eg heimaarbeiðandi nøkur ár.

 

Í 1985 fór eg so smátt út aftur á arbeiðsmarknaðin. Fyrst í klædnahandil og síðani sum servitrisa og køkshjálp hjá P/f Brandal.

 

Árini 1990 -1996 arbeiddi eg innan eldraøkið sum avloysari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi og síðani sum heimahjálp.

 

Í 12 ár (1988–2000) sat eg í  Klaksvíkar skúlanevnd.

 

Í 1995 varð eg vald í stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og var eg limur har, til eg fór í løgtingið í 1996.

 

Árini 1990 -1994  var eg kassameistari í nevndini hjá Norðoya Fólkafloksfelag.

 

Í oktobur 1995 kom eg inn á Føroya Løgting fyri fyrstu ferð.

 

Árini 1996-2002 hevði eg fast sæti á tingi. Øll árini var eg limur í trivnaðar- og rættarnevnd løgtingsins og framsøgufólk fyri Fólkaflokkin í trivnaðarmálum og flestu rættarmálum. Frá 1996–1998 var eg limur  í lokalnevndini fyri Føroyar.

 

Áðrenn eg fór uppí politikk, luttók eg í ungdómsarbeiði í Betesda, har eg í 5 ár (1988 –1993)  var  leiðari fyri einum barnasangkóri.

 

Eftir løgtingsvalið í 2002, varð eg vald í sjúkrahúsráðið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og eri eg formaður í ráðnum.

 

Frá apríl 2003 til septembur 200 var eg formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

 

Síðani juni 2002, havi eg starvast sum free-lance tíðindafólk og havi millum annað starvast hjá Sosialum og Rás2.

 

Í august 2006 byrjaði eg í starvi hjá Netdeplinum 123.fo.

 

Í desembur 2006 gjørdist eg formaður fyri ABC barnahjálp í Føroyum, inntil eg í apríl 2007 tók við starvi sum dagligur leiðari hjá stovninum.

CV

Gestabók

 

(Dagført í august 2007)