Minni menu              

Sosialurin 14. februar 2004

 

 

Valentines Day

Teldubrævið

Ingrid Bjarnastein

 

Tá desember byrjar er tað bara einvegis ferðsla úr pengapunginum. Somuleiðis í januar, tá stóra útsølan byrjar, og tey flestu ynskja at ogna sær eitthvørt til ein hampuliga bíligan penga. Februar átti tí at verið mánaðurin, har javnvág aftur skal fáast á fíggjarstøðuna. Men nei. Ein siður, ið er við at vinda meira og meira uppá seg, er nú farin at spøkja. Valentines Day.

    Í Stóra Bretlandi og USA hevur verið gjørt nógv burtuúr hesum degnum í fleiri ártíggjund, og hetta vísir seg at ávirka okkara part av heiminum eisini. Í Danmark er dagurin vorðin til tann heilt stóra í februar, og er hetta ein frálíkur møguleiki hjá sølustøðunum at vinna sær nøkur eyka oyru frá naivum menniskjum, sum renna við á kommersiellu rennibreytini.

    Lýsingarherferðirnar eru nógvar. Sjálvandi er tann klassiska loysnin altíð tann besta. Blómur, sjokuláta og ein romantiskur døgurði fyri tvey á eini matstovu. Men so hvørt sum Valentines Day verður alt meira góðtikin sum ein serligur dagur, so fyllast matstovurnar skjótt upp. Og tá ræður um, at vera skjótur í vendingini og koma við onkrum nýggjum. Nú ber millum annað til at leiga sær teir mest romantisku filmarnar til ein bíligan penga, um ein hevur ligið á latu síðuni og ikki hevur megnað at fáa eitt borð millum øll hini forelskaðu eyguni á eini yvirfyltari matstovu.

    So har letur til, at besta loysnin til eitt hugnaligt kvøld heima við hús við tí einasta eina, er ein kavalkada av sukursøtum filmum sum Romeo & Juliet, Titanic og kanska The Ultimate Love Song Collection í fløguspælaranum.

    Men hvør er so hesin vælsignaði Valentine, sum vesturheimurin tykist gerast alt glaðari og glaðari fyri.

    Søgurnar eru nógvar. Ein teirra sigur, at í triðju øld, tá Claudius keisari fann útav, at ógiftir menn vóru betri hermenn enn teir giftu, so forbjóðaði hann ungum monnum at gifta seg. Men Valentine, sum var prestur, setti seg upp ímóti Claudius og helt áfram at gifta ung elskandi, og tá hann varð uppdagaður, varð hann dømdur til deyðis.

    Ein onnur søga vil vera við, at Valentine var tann fyrsti, sum nakrantíð sendi eina Valentines heilsu. Hann var í fongsli, og hevði forelskað seg í eini gentu. Beint áðrenn hann skuldi drepast, sendi hann eitt bræv, sum varð undirskrivað "From your Valentine" - ein heilsan, sum verður brúkt tann dagin í dag.

    Hvørt søgurnar eru sannar ella ikki, skal her ikki takast støða til. Men eitt er vist. Halgimenni Valentine, sum eftir øllum at døma livdi fyri 18 øldum síðani, kroystir enn nakrar krónur burturúr mongum sloknum pengapungi yvir í nógvar yvirfyltar pengakassar hjá teimum handlum og fyritøkum, ið duga at útnytta møguleikan til teirra fyrimum.