Minni menu              

 

Sosialurin 7. februar 2004

 

Hildu tøgn hjįlpa

 

Seinastu tķšina hevur veriš tosaš nógv um at missa og, hvussu vit kenna og uppliva henda miss og sakn. Greinin nišanfyri stóš ķ einum blaš, sum varš boriš ķ hvørt hśs ķ Sušurstreymoy fyri knøppum įri sķšan. Vónandi kann hon vera gevandi ķkast til tosiš um deyša, miss og sakn

 

 

 HansJįkupHermansen
––––––––––––––––––––


Fyri stuttum varš bólkur stovnašur viš tķ endamįli at stušla tey, iš hava mist onkran. Hetta er eitt gott og kærkomiš tiltak, og eiga tey, iš hava tikiš stig til hetta, stóra tøkk og viršing uppiborna. Hóast ikki hevur veriš vanligt viš tķlķkum bólkum, er kortini neyšugt viš teimum.Vit vita, at alt ov ofta fara fólk į alt ov ungum aldri, og tey, iš eftir sita, skilja illa taš, sum er hent. Eina løtu fer teirra lķv ķ sor.

 

Tį iš undirritaši roynir at seta nøkur orš saman um hetta evniš, eri eg fullgreišur um, at hetta er eitt eymt og viškvæmt evni, iš eigur at verša višgjørt viš spekt og viršing. Men vónandi kunnu egnu royndir vera viš til at hjįlpa øšrum, bæši teimum, sum missa, men eisini teimum, sum eru um og kenna tey, iš hava mist.

 

Sjįlvur var eg jśst voršin įtta įra gamal, tį iš pįpi mķn doyši heima, 49 įra gamal, og sat eg hjį, tį iš hann gav upp ond. Tķbetur įtti eg eina góša og sterka móšur og góš, eldri systkin, og hetta hevur veriš mær ein stór hjįlp. Ikki var vanligt, at tosaš varš nógv viš okkum óvitar um taš, sum var hent, kanska tķ at tey vóru skelkaš, men eisini tķ, at tey vóru ikki greiš yvir tżdningin av tķ. Viš at tiga um taš, sum var hent, hildu tey kanska, at soleišis tey vardu barniš best.

 

Eina ferš minnist eg meg grįta, mešan pįpi stóš undir børu inni ķ stovuni hjį okkum. Taš var, tį iš ein mašur ķ bygdini kżndi mær eftir kjįlkanum og segši:" Įh, neyšardżriš." Vanliga hekk eg uppi ķ pįpa mķnum, hvar hann var ķ bygdini, so eina løtu skilti eg, at tann tķšin var farin.

8 įra gamal livir tś millum dreym og veruleika. Onkur hevši sagt, at nś fór pįpi upp til himmals, og eg minnist, at fram til jaršarferšina stóš eg leingi framman fyri køksvindeyganum og hugdi, um eg mundi fara at sķggja hann ella sįl hansara fara upp til Jesus pįpa. Men nei, har stóš eg og bķšaši til fįnżtis.

 

Einki, iš bara kundi minna um hann ella sįl hansara, fór upp eftir gjøgnum luftina framman fyri køksvindeyganum. Eg skilti pśra einki.
Kortini gekk long tķš, įšrenn eg sló meg til tols viš, at hann var farin og kom ikki aftur.

 

Saknurin var stórur. Eina ferš, nakrar mįnašir eftir at hann var deyšur, komu vit viš bįti til Havnar. Vit sigldu inn eftir Eystaru Vįg og skuldu leggja at viš Kongabrśnna. Viš endanum ķ hondini stóš eg frammi į bakkanum til reišar at binda, mešan vit nærkašust. Knappliga var taš, sum var eg runnin ķ stein:

 

Eg ivašist ikki ķ, at taš var pįpi mķn, sum kom gangandi śt eftir Müllers Brśgv: Gongulagiš var taš vælkenda, keppin į høvdinum hevši eg sæš so ofta, og vešurbardur ķ andlitinum. Hæddin og kroppurin, alt minti meg į pįpa mķn. Hvķ gekk hann har? Men tķverri, tį iš ein løta var farin, mįtti eg vónbrotin sanna, at sovoršin óvæntaš fyribrigdi henda ikki ķ veruleikanum.

 

Lķviš helt fram, sįriš lektist, men arriš sat eftir. Tķbetur eru vit menniskju so hįttaš, at vit laga okkum til broyttar umstøšur, og kanska serliga, mešan vit eru børn. Brį er barna lund. Men vit eru eisini ymisk, og tķ loysa vit trupulleikan į ymiskan hįtt.

 

Hvat hevur hetta, sum var mær fyri, lært meg ella giviš mær? Og hvussu kann taš vónandi vera viš til at hjįlpa øšrum? Ķ yrkingini hjį Jógvan Telling Joensen: Eg haldi at eg livi, sigur hann m.a.: "Er byršan tung at bera og nišanbrekka er-? Ein uggi er, at andróšur mentan mannin ger." Ķ hesum liggur stórur lķvsvķsdómur, og kann taš skiljast soleišis, at um vit orka at taka tey tungu tøkini, tį iš į stendur, styrkir taš okkum seinri, og vit kunnu kanska hjįlpa og ugga, tį iš onnur koma śt fyri lķknandi fyribrigdum. Vit, iš hava veriš śti fyri tungum upplivingum, kunnu og eiga at hjįlpa, um vit hava orku og evni til tess.

 

Hvussu bera vit okkum at, tį iš onkur, vit kenna, missir ein av teirra næstu? Ja, her man vera sera ymiskt, hvat vit gera, og taš er væl skiljandi. Taš kann vera ein tung gongd fyrstu ferš at heilsa upp į ella vitja tey, sum sorgin hevur rakt. Og ofta hava vit lyndi til at ganga ta lættastu leišina viš at śtseta vitjanina ella at skżggja tann ella tey, sum syrgja. Hóast hetta er vanlig og eftir øllum at døma lættasta loysnin, er hetta kanska taš seinasta, vit įttu at gjørt.

Taš er tungt aftur at taka ķ hondina į teimum, iš hava mist. Broytingin er stór, og taš liggur so nógv imillum. Deyšin hevur sett stóran kķla ķ. Taš, sum er hent, hongur ķ luftini og stżrir øllum: Stżrir tonkum okkara og geršum okkara. Eina løtu er luftin bara sorg.

 

Men hóast byršan er tung at bera, tį iš vit fyrstu ferš hitta fólk, iš hava mist, aftur, kennist taš kortini sum ein lætti, tį iš taš er gjørt. Um vit bara fara til teirra og taka ķ hondina. Vit hava sett ta byršuna frį okkum. Viš at gera taš, hjįlpa vit teimum avvaršandi. og taka eina hond ķ, so at teirra byrša er lættari at bera. Og vit gera taš lættari fyri okkum sjįlv. Og ikki er altķš neyšugt at siga so nógv. Danir taka til: Tale er sølv, tavshed er guld. Tigandi samkensla kann vera talandi samkensla.

Mótburšur kann styrkja, og višrįk er ikki bara av tķ góša. Um vit duga at fįa taš besta burtur śr tķ ringasta, hava vit vunniš nógv. Ķ oršatøkum liggur stórur lķvsvķsdómur, iš prógvar, at tilveran yvirhøvur hevur fylt nógv hjį okkara forfedrum: "Fįtt er sum fašir, einki er sum móšir. Tungur er tigandi róšur. Tann, iš sigrar į sær sjįlvum, hevur vunniš tann størsta sigurin.

 

Mašur er mans gaman". Tann, iš hevur styrki og evni, eigur at hjįlpa tķ treingjandi, tį iš į stendur. Ķ dag tørvar mær hjįlp, ķ morgin kann taš vera tś. Hesar eru treytirnar hjį okkum, sum hava fingiš tey framķhjįrætt-indi, sum lķviš ķ veruleikanum er. Deyšin er eins nįttśrligur, sum lķviš er taš.

At enda havi eg hug til at vķsa eitt lķtiš sindur į, hvussu tey gjørdu fyrr, tį iš sorgin rakti. Nøkur įr, įšrenn pįpi mķn doyši, sjólótust tveir pįpabeiggjar mķnir, annar var sjįlvur triši ķ hśsinum. Boš vóršu send til bygdina, og móšir noyddist at ganga tey tungu spor at greiša ašrari konuni frį, at hon var voršin einkja. Eg minnist, at eg gekk aftan į henni, tį iš hon skuldi bera bošini. Tį iš vit komu inn ķ gongina, slapp eg ikki longur. Tær bįšar fóru innar ķ køkin, og har vóru tær ķ langa tķš.

 

Lķtiš skilti eg av tķ, iš har hendi, ta løtuna, men eg hugsi, at vit eiga at hava stóra viršing fyri teimum, sum soleišis hjįlptu og uggašu, tį iš į stóš. Somuleišis er taš viš stórari viršing, eg sķggi ta konuna, iš misti mannin, fyri mær, og ofta hugsi eg um, hvussu sterk vit menniskju eru, tį iš į stendur, kanska serliga kvinnurnar, iš viš undrunarverdari styrki hava tikiš tung tøk, bæši kropsliga og sįlarliga.

 

Viš hesum vóni eg, at hetta, iš her er sagt, kann vera viš til at lżsa, hvussu summi menniskju, og kanska serliga børnini, hugsa og gera, tį iš sorgin rakar, og eg bæši og vóni og vænti, at tiltakiš, sum hesar ungu kvinnur eru farnar undir, fer at hjįlpa, har iš į stendur, og taš fer at fįa stóran tżšning ķ framtķšini.