Minni menu              

Tung vóru sporini, tá eg sum seinasti maður fór av Sundabergi, áðrenn skipið sakk.

 

                     

Tann 7. mai 2002 vóru liðin 30 ár liðin, síðani klaksvíkstrolarin, Sundaberg, sakk á

veg heim úr Ný Foundlandi. Teir vóru komnir nakað eystur um Flemmish Kap, tá ið manningin varnaðist, at skipið hevði fingið heldur nógva slagsíðu á stýriborð

 

Skipsbrot

Rúna Sivertsen

runas@post.olivant.fo

 

6. januar 1972 fór Sundaberg av Klaksvík til Ný Foundlands til fiskiskap.

Hendan túrin vóru nógvir av manningini ungir dreingir. Manningin taldi 38 mans,

og vóru 19 av teimum 22 ár og yngri. Tann yngsti var bert 14 ára gamal. Fleiri brøður og feðgar vóru við trolaranum.

- Mær er fortalt, at onkur, ið var á bryggjuni, tá ið vit fóru, skemtandi spurdi, um hetta var ein sunnudagsskúlaútferð. Men hesin túrur gjørdist alt annað enn ein

sunnudagsskúlaútferð.

                      Soleiðis sigur Benjamin Joensen, Benni, sum førdi Sundaberg feigdartúrin á vári fyri 30 árum síðani.

Land & Fólk hevur tosað við Benna og greiðir hann soleiðis frá:

                       Tað var liðið nakað út á hósdagin tann 4. januar, og tað sá út til, at vit

fóru ikki at klára at verða lidnir fyri midnátt. Vit skuldi eisini til Havnar eftir salti, so tað fór at taka sína tíð. Tá segði ein av manningini við meg, at vit máttu ikki byrja túr fríggjadag. Eg svaraði honum, at eg var biðin at føra hetta skipið og ætlaði mær at sigla, tá ið klárt var, og so gjørdi hann sum hann vildi, um hann kom við.

                       Men tá ið vit komu á Havnina eftir salti, kom okkurt uppí, so vit máttu á Skála. Tað seinkaði okkum so mikið, at vit fóru ikki avstað fyrrenn leygardagin. Hóast

eg sjálvur ikki trúgvi uppá, at tað er verri at fara fríggjadag enn hinar dagarnar í vikuni, so má eg tó viðganga, at eg var glaður um, at vit ikki vóru farnir fríggjadag, tí so var ikki tað at skylda uppá.

 

 

Máttu í bjarg-

ingarbátarnar

 

Vit mundu hava okkurt um 450 tons inni, tá ið vit fóru at sigla heim fyrst í mai mánaði.  Vit høvdu siglt eini 3 samdøgur, tá ið vit varnaðust, at skipið var farið at leka. Hetta var tann 7. mai um morgunin. 2. stýrimaður, Petur Meinhard Jacobsen av Skipanesi, hevði vaktina á brúnni henda morgunin.

À heimferðini plagdi eg ikki at fara tíðliga upp, tí vanligt er, at 2. stýrimaður tá tekur vaktina fyri skiparan. Men henda morgunin fór eg upp klokkan 6 og skaffaði saman

við Petur Meinhardi. Einki óvanligt var, og eg legði meg aftur eina løtu. Hví er fór upp henda morgunin, veit eg ikki, men aftaná var eg glaður um tað.

Nakað seinni kom Petur Meinhard og vakti meg og segði, at skipið var farið nakað nógv á stýrisborðslið. Eg bað stýrimannin biðja maskinmenninar pumpa olju í bakborð, men tað høvdu teir longu gjørt, uttan úrslit. Veðrið var sjaskut, áleið vindmegi 9. Vit samlaðu alla manningina á brúnni, og eg sá skjótt, at einki var at gera enn at fara í bjargingarbátarnar.

 Tað mundu ganga einir 4 tímar frá tí, at allir vóru á brúnni, til vit fóru í

bátarnar. Vit fóru í 5 bjargingarbátar.

 

 

Tung spor av brúnni

 

Komið er nú út á seinnapartin, og eg síggi, at allir mennirnir eru komnir í

bátarnar og 1.stýrimaður, Ragnar Hansen úr Nólsoy, er einsamallur á

bátadekkinum. Nú er løtan komin, tá eg sum skipari og seinasti maður skal fara

av skipinum.

 Tað vóru ikki løtt spor at fara av brúnni og aftur eftir bátadekkinum

hesa løtuna. Komin aftur til stýrimannin, sigi eg, at nú er einki at gera hjá

okkum uttan at fara í gummibátin til hinar mennirnar. Tá segði stýrimaðurin, at

ein bátur var eftir; hann var ikki uppblástur, men var flotnaður inn undir

bátadekkið.

 Vit royndu at fáa hann út undan, og tað eydnaðist. Síðani varð togað í endan

fyri at blása hann upp. Tá ið tað var gjørt, fór eg aftur í stýrihúsið og gav

skipinum eitt sindur av ferð, so tann báturin, ið hevði bíðað, meðan vit tókust

við seinasta bátin, kundi koma leysur av skipinum.

 Nú kann tað tykjast eitt sindur løgin atburður, at skipari og stýrimaður vóru

einsamallir í einum báti, sum varð ætlaður til 15 mans, men vit vóru í havsneyð og av tí, at næst seinasti bátur var væl fyltur við monnum, varð hetta ikki broytt. Tá vit fara í bátin, er eingin at geva skipinum framferð, og nú gerst trupult hjá okkum at sleppa leysir av skipinum, ið kundi søkka hvørja løtu. Sluppu vit ikki leysir rættiliga skjótt, fóru vit niður við

skipinum.

 

 

Stríddust fyri lívinum

 

Tá ið vit einaferð koma rekandi fram við stýriborðssíðu og fram til afturgálgan, reisir

skipið seg eitt sindur upp og so illa vildi til, at topprullan, ið vigaði nøkur hundrað pund, kemur beint niður í annan endan á bátinum.

 Nú sá ikki væl út. Men stýrimaðurin, Ragnar, ið er av sterkastu monnum og eg,  spentu í alt tað, vit orkaðu fyri at fáa topprulluna leysa av bjargingarbátinum. Á henda hátt eydnaðist okkum at koma leysir av skipinum.

 Tá ið vit vóru komnir rættiliga frá borði, tosaðu vit saman, um hinir bátarnir

mundu síggjast, og tá gjørdu vit nakað, sum vit ikki skuldu gjørt. Vit vóru jú bert tveir menn í einum báti til 15 mans. Og hóast ringa veðri, fóru vit út í annan endan og fingu ein sjógv, so báturin holvdist.

 Tá eg sá, at Ragnar var slongdur út, var tað fyrsta, eg hugsaði, at hann dugdi ikki at svimja. Men tíbetur, tað dugdi hann heilt væl, og kláraði hann skjótt at

venda gummibátinum.

 

 

Sendir av Guði at bjarga okkum

 

Eg var ongantíð bangin, og eg ivaðist ikki í, at vit fóru at verða bjargaðir.

Eg hvíldi í vissuni um, at heima vóru fólk, ið hvønn dag bóðu fyri okkum. Eg

visti, at sjálvt um tey ikki kendu vandan, vit vóru í júst tá, so vóru vit altíð

í tonkum og bønum teirra.

 Tað gingu umleið 4 tímar frá tí, vit fóru í bátarnar, til allir vóru tiknir upp.

Tveir enskir trolarar, Kingston Amber og Othello, tóku okkum upp. Ragnar og eg vórðu tiknir upp av Kingston Amber, meðan allir hinir vórðu tiknir upp av Othello. Vit fóru umborð til hinar dagin eftir, tá ið ljóst var, og veðrið var vorðið betur.

                      Vanliga eru ikki skip har á leiðini, men vit vistu um tveir enskar trolarar,

sum vóru á veg til Íslands. Hesir vóru 60 fjórðingar burtur, tá ið vit sendu út neyðarkall. Skiparin á Othello, Frank Drewery, fortaldi mær, at teir høvdu verið í Íslandi til fiskiskap, men gjørdu mest sum onga roynd har. Frank Drewery og skiparin á Kingston Amber gjørdu av, at teir skuldu fara til Ný Foundlands at royna. Teir høvdu bert tvey hál við Ný Foundland, tá ið teir gjørdu av at fara aftur til Íslands.

 Tað var undrunarvert, at tvey skip skuldu sigla allan handa langa teinin,

umleið 5 samdøgur, bert til 2 hál. Vanliga høvdu menn, aftaná at hava siglt so leingi, gjørt eina frægari roynd fyri at vita, um ikki nakað kundi fáast burturúr. Eg eri sannførdur um, at teir vóru sendir á leiðina, har vit vóru, bert til at bjarga okkum.

                      Benni hevur eingi orð, sum kunnu siga frá, hvussu takkasamur hann er Harranum um, at hann læt allar teir nógvu ungu dreingir – menn, brøður og synir, ið hann sum skipari hevði ábyrgdina av, koma aftur til lands í øllum góðum.

                      Benjamin Joensen, sum er 74 ára gamal, er enn frískur og ferðugur. Hvønn dag, veðrið loyvir tí, rør hann út við 27 fót útróðrarbáti sínum, Hansu.