Minni menu              

 

Kvinnur - frammtíðin í politikki


Politisku flokkarnir hava ein felags trupulleika at dragast við.
Tað gongur striltið at fáa kvinnur at stilla upp! Talið á kvinnum, ið bjóða seg fram til løgtingsval, er tó alsamt vaksandi.

Løgtingsval

Rúna sivertsen

Charlotta á Váli og eg eru ungdómsvinkonur. Barnaárini búði hon í Klaksvík, men flutti saman við foreldrum sínum til Havnar, tá hon var 16 ára gomul. Seinasta valskeið - 2002-2004 - var hon varafólk á tingi fyri Miðflokkin úr Suðurstreymi. Í novembur 2003 eydnaðist okkum at sita á tingi saman í nakrar fáar dagar

 

 

Á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini sæst, at talið á kvinnum, ið bjóða seg fram til løgtinsvalið er vaksið úr 9% í 1980 til 23% í 2004.

Síggja vit burtur frá Hinum stuttliga flokkinum, sum bert hevur 6 valevni, eru Tjóðveldiskvinnur fremst við 27%.  Aftast liggja kvinnurnar hjá

Sjálvstýrisflokkinum við 15%.

Hyggja vit at valdømunum, liggja Vágar fremst við 30% og Sandoyggin aftast við 13%.

Tá tað kemur til kynjabýtið, byrjar Hin stuttligi flokkurin væl. Tey hava býtt seg kristiliga við 3 kvinnum og 3 monnum.

 

Tað var í 1964, at ein kvinna; Malla Samuelsen, fyrstu ferð tók sæti á tingi, tó bert í eina viku ella tvær. Onnur kvinna var Karin Kjølbro, sum var varamaður í nakrar dagar í 1971.

Fyrsta kvinnan, sum fekk meira støðugt sæti á tingi, var Jona Hendriksen. Hon kom sum varamaður fyri Jákup Lindenskov, ið varð landsstýrismaður í

1975. Og á løgtingsvalinum í 1978 eydnaðist Jonu Hendriksen og Karin Kjølbro at skriva søgu á Føroya Løgtingi, við at vera fyrstu kvinnur, ið vórðu valdar

inn á ting.

 

Trý tey seinastu valskeiðini vórðu 4 kvinnur valdar á ting. Bestu umboðan høvdu kvinnurnar í 1996-98; tá sótu 6 kvinnur á tingi.

Sum nevnt, er tungt hjá flokkunum at fáa kvinnur við, og undanførslan er oftast, at tær siga seg ikki hava skil fyri politikki.

 

Við seinasta val stillaðu 48 kvinnur upp.

Hesaferð stilla 58 kvinnur og 195 menn upp til løgtingsvalið.


 

Leygardagin 10. januar 2004, skipaðu flokkarnir í Norðoyggjum fyri valfundum í Kalsoynni.

 

Fleiri smágentur vóru millum áhoyrararnar í avhaldshúsinum í Mikladali.

Kanska stillar onkur av teimum upp, tá eini trý valskeið aftrat eru farin afturum – livst so spyrts.